Tað verða Hjalmar Klein Olsen og Jónleif Sólsker, sum standa á odda fyri besta mansliðnum hjá Kyndil næsta kappingár.
Tað er somuleiðis greitt, at Neistin, VÍF, Team Klaksvík, H71 og Kyndil hava aðrar venjarar, tá farið verið undir næsta kappingarár.
Hjalmar Klein Olsen hevur fyrr vant VÍF. Hann vann fleiri meistaraheitir við vestmenningum sum spælari. Jónleif Sólsker hevur áður havt evstu ábyrgdina av mansliðnum hjá Kyndli, VÍF og StÍF. Hann var drúgvur sum spælari og vann mong meistaraheitir, serliga við Kyndli.
Henrik Gerster var høvuðsvenjari síðsta kappingarár.