Kyndil hevur fyrimunin

Kyndil vann á útivølli móti H71, og so hava teir grønu fyrimun undan sunnudegnum, tá finaluluttakarin skal finnast

 

 

Endaliga úrslitið í Hoyvíkarhøllini varð, at Kyndil vann 21-17. Kyndil legði væl frá landi, og tað var bara ein væl spælandi Tóraldur Kollsker, sum helt muninum niðri fyri steðgin.

 

Í hálvleikinum var støðan 10-7 til Kyndil, og tá Tóraldur ikki byrjaði seinna hálvleik eins væl, øktist munrin. Ári Dam kom í málið fyri Tórald, og eina løtu tóktust hoyvíkingar at vera á veg aftur í dystin. Bogdan megnaði tó sjáldan at vísa seg frá síni bestu síðu, og tá hann trý álop á rað gjørdi tekniskar feilir, slapp Kyndil aftur avstað.

 

Seinna hálvfinalan verður í ítróttahøllini á Hálsi sunnudagin.