Ein dystur er spældur í FTZ-deildini í dag, og varð hann spældur í Badmintonhøllini í Klaksvík. Greiða botnliðið í deildini, Team Klaksvík, tók ímóti Kyndli, sum við sigri framvegis hevði møguleika at spæla seg í avgerandi FM-finalurnar ímóti H71.
Restin av deildini liggur still, meðan U20-landsliðið spælir EM-undankapping í Sveis, men tað bar til at avgreiða júst hendan dystin, tí at hvørki av liðunum hava leikarar, ið eru úttiknir til U20-landsliðið.
Team Klaksvík hevur ikki vunnið eitt einasta stig í hesum kappingarárinum, men klaksvíkingarnir hava verið nærmastir at vunnið stig, tá ið teir hava spælt á heimavølli. Soleiðis var eisini í dag, har heimaliðið megnaði nøkunlunda at fylgja við Kyndli í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan í dystinum var 16-12 til Kyndil, men søgan var ein heilt onnur í seinna hálvleiki, har Kyndil at enda vann ein trivaligan sigur áljóðandi 36-22.
Sigurin hjá Kyndli merkir, at teir grønu í skrivandi løtu eru á finaluplássi. Veruleikin er tó tann, at kyndilsmenn hava spælt allar sínar 24 landskappingardystir, og tí skulu teir vóna, at VÍF tapir báðar sínar síðstu dystir, og harafturat skal KÍF bert vinna tann eina av teimum báðum dystum, ið kollfirðingar hava eftir at spæla.
Eftir dystin í dag sær stigatalvan í FTZ-deildini soleiðis út:
1. H71 - 37 stig
2. Kyndil - 29 stig
3. VÍF - 28 stig
4. KÍF - 26 stig
5. StÍF - 22 stig
6. Neistin - 16 stig
7. Team Klaksvík - 0 stig
Sum sæst er stórur spenningur um seinna finaluplássið. Kyndil hevur spælt allar sínar dystir, meðan VÍF og KÍF bæði hava tveir dystir eftir at leika.
Málskjúttarnir í dagsins dysti í FTZ-deildini vóru hesir:
Team Klaksvík: Hanus Norðberg 5, Bogdan Florea 4, Niels Viggo Niclasen 4, Dánjal Kjærbo 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Vilhelm Vilhelmsen 1 og Andrias Ellingsgaard 1.
Kyndil: Bjarni Sørensen 10, Høgni Klein Olsen 7, Hjalti Mohr Jacobsen 5, Bartal Klein Olsen 4, Finnur Hansson 3, Hørður Fannar Sigtórsson 2, Hans Arni Thomsen 1, Josef Abrahamsen 1, Hanus Johansen 1, David Edvardsen 1 og Tróndur Wardum 1.