Faxe Kondi-kappingin, Menn:
StÍF - Kyndil 19-24
Les alt um steypahondbólt í Ítrottarsosialinum mánadagin
Samrøður og samanumtøka frá FM1 kunnu hoyrast á in.fo um eina løtu
Men frá byrjan bendi dysturin á, at tað fór at vera trupult at skjóta mál á Skála í kvøld. Kanska eisini orsakað av, at StÍF var uttan toppskjúttan, Ivan Mrdalo, meðan toppskjúttin hjá Kyndli, Hjalti Mohr Jacobsen ikki tóktist til reiðar at spæla - Hann kom heldur ongantíð kom á vøllin.
Enn størri ábending var tað, tá ið Tórður Guttesen í Kyndilsmálinum byrjaði dystin við einari brotskastsbjarging. Hann endaði dystin við trimum.
Yvirhøvur høvdu Tórður og Kyndilsverjan um endan í kvøld, og syrgdi so við og við fyri, at Kyndil kundi byggja sær ein góðan mun.
Eftir hálvleiksstøðuna 11-10 til Kyndil, hevði StÍF tørv á ḿálum - men tey komu ikki.
Eftir einar 13 minuttir av seinna hálvleiki hevði StÍF bert fingið tvey mál, og Kyndil hevði økt upp í 17-12.
StÍF royndi seg við sera álopssinnaðari verju, sum leyp hvøkk á Kyndil eina løtu. Høllin á Skála kendi á sær, at møguleikin var til enn - Men bjargingar frá Tórði Guttesen og mistir bóltar í skjótálopunum hjá StÍF forðaði fyri, at veruligur spenningur kom í dystin.
Nærri enn trý mál kom StÍF ikki, og seinastu løtuna kundi Kyndil í staðin økja upp í dystarúrslitið 24-19.
Kyndil er harvið í hálvfinaluni sum fremsta liðið í bólki 2. Mótstøðuliðið í hálvfinaluni verður næstfremsta liðið í bólki 1.
H71 og VÍF spæla um fremstu plássini í morgin klokkan 16.00
StÍF hevur enn ein møguleika at fáa umboðan í ársins hálvfinalum í Faxe Kondi-kappingini.
Kvinnuliðini hjá H71 og StÍF hittast í morgin klokkan 14.00 í beinleiðis dysti um at sleppa í hálvfinalurnar.
Støðan í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum (hsf.fo):
Bólkur 1
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 2 | 63 | 45 | 18 | 4 |
2 | VÍF | 2 | 55 | 42 | 13 | 4 |
3 | KÍF | 3 | 79 | 89 | -10 | 2 |
4 | H71 2 | 3 | 61 | 82 | -21 | 0 |
Bólkur 2
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Kyndil | 2 | 82 | 61 | 21 | 6 |
2 | StÍF | 2 | 72 | 73 | -1 | 2 |
3 | Neistin | 2 | 47 | 44 | 3 | 2 |
4 | Team Klaksvík | 2 | 44 | 57 | -23 | 0 |