Kyndil framvegis í botni

Tjaldur vann annað vikuskiftið á rað, tá teir í Høllini á Hálsi vunnu botnuppgerðina móti Kyndli, sum framvegis er einsamalt í botninum

 

Hondbóltur - menn

 

Viðhaldsfólkini hjá Kyndli, sum so mangan hava verið vitni til spennandi og avgerandi oddadystir, noyddust sunnudagin at ásanna, at tey hesa ferð skuldu hyggja at einum botngysara.

 

Kyndil hevur nevnliga ikki staðið seg serliga væl higartil í ár, og eftir dystin máttu vónbrotnu, grønu viðhaldsfólkini ásanna, at lið teirra framvegis eigur botnsessin í bestu mansdeildini.

 

Tað eydnaðist nevnliga Tjaldri at vinna botnuppgerðina, og hildu runavíkingarnir soleiðis fast um góðu gongdina, sum nú hevur ført teir ósigraðar gjøgnum tríggjar dystir á rað, og tað er so ikki komið fyri hjá teimum í nýggjari tíð.

 

Sjálvur sigurin hjá Tjaldri varð staðfestur seinasta korterið ella so av dystinum, men fram til tá hevði talan verið um ein sera javnan dyst, har bæði liðini gjørdu alt tað, sum stóð í teirra makt, til at vinna sær yvirtakið.

 

 

 

Løgdu nógv fyri

 

Tað var longu frá fyrsta bríksli greitt, at bæði liðini høvdu lagt nógv fyri til dystin. Í undanfarnu viku skrivaðu vit, at Kyndil nú hevði fingið Bárð Johannesen við aftur í leikarahópin. Hetta var í stóran mun grundað á allar teir skaðar, sum kyndilsvenjarin hevur drigist við, men umframt styrkin við Bárði, so vóru fleiri av skaddu monnunum eisini pjøssaðir saman, nú týdningurin av dystinum var somikið stórur.

 

Hjá Tjaldri tykist góða gongdin hava viðført, at áhugin fyri at fáast við hondbólt eisini er vaksandi. Soleiðis vóru eitt nú Ken Bærendsen og Jens Martin Knudsen at síggja á liðnum sunudagin, sum eisini taldi Trónd Vatnhamar, sum annars ikki hevur verið so støðugur á liðnum hetta árið.

 

 

 

Deyðar løtur

 

Fyrstu løtuna av dystinum var tað Kyndil, sum var hitt betra liðið. Spælið gekk kanska javnt á, men heimaliðið tóktist hava meira brodd í spælinum, og spakuliga fóru teir eisini at toga seg burtur frá Tjaldri.

 

Alt vendi tó, eftir at Tjaldur miðskeiðis í hálvleikinum tók sær ein steðg, soleiðis at venjarin fekk stundir at siga sínum monnum, hvat skuldi broytast á vøllinum. Støðan var tá 9-5, men seinastu 13 minuttirnar undan steðginum skoraði heimaliðið bert einaferð, meðan Tjaldur heili átta ferðir sendi bóltin í meskarnar.

 

Hálvleikssteðgurin mundi tí koma væl við hjá Kyndli. Góða rútman hjá Tjaldri varð brotin, Kyndil fekk sítt spæl at hanga saman, og tier megnaðu eisini at vinna seg upp aftur á javnt, áðrenn seinnu hálvleikur var hálvrunnin.

 

Tjaldur hevði fram til tá verið mest sum í einum dvala, men nú tað aftur sansaði at, kom lív aftur í bjørnina. Fyri viku síðani var støðan nærum hin sama, tá StÍF hótti við at taka sigurin frá Tjaldri, og eins og ta ferðina var tað aftur sunnudagin Dragisa Stojovic, sum tók um endan.

 

Langlimaði jugoslavin hevur skotstyrki sum fáur leikari í føroysku kappingini, og ferð eftir ferð var hann maðurin, sum við hoppiskotum buldraði bóltin aftur um kyndils-málverjan, og undir øllum umstøðum var hóttanin frá honum somikið stór, at viðleikararnir fingu betri sømdir at gera um seg.

 

Stóra sjálvfylgjan í málskjótingini hjá Stojovic tók mest sum pippið frá heimaliðnum, og tó at eitt Time-out bøtti nakað um støðuna, so kom sigurin hjá Tjaldri ongan tíð í veruligan vanda eftir hetta. Kyndil royndi at stressa mótstøðuna, og teir fingu eisini onkur kontra-mál við hesari uppskrift, men teir komu ikki nærri enn tveimum málum, og tá dómaraparið floytaði fyri seinastu ferð, máttu teir grønu bara ásanna, at teir enn eina ferð høvdu verið ov stuttir.

 

 

 

Hepnið skal finnast

 

Júst hetta at teir akkurát eru ov stuttir, tykist vera størsti trupulleikin, sum Kyndil hevur at dragast við í ár.

 

Stigatalvan lýgur ikki, og Kyndil er framvegis niðasta liðið, men í fleiri av taptu dystunum hava stigini bara verið eitt ella tvey mál burturi. Sálarliga kann hetta geva leikarunum ta fatan, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn rákið fer at venda, men veruleikin er samstundis tann, at tað krevur hart arbeiði frá leikarunum fyri at røkka hesum. Hepnið ? sum Kyndil ikki hevur í løtuni ? er ikki nakað, sum bara kemur av sær sjálvum til tann, ið bíðar. Hepnið skal søkjast, og fyri at gera hetta, er hart arbeiði neðygt at stríðast.

 

Hjá Tjaldri tykist støðan í løtuni at vera júst hin øvugta. Teir hava nú funnið tað neyðuga hepnið, sum teir so leingi hava leitað eftir, og úrslitaliga gongdin vísir eisini, at teir nú fáa løn fyri stríðið.

 

Tveir teir størstu meinbogarnir hjá liðnum hava leingi verið væntandi orka og breidd, men eisini hesir trupulleikar tykjast nú at loysast. Tá úrslitini eru við, gerst tað mundani hugaligari hjá leikarunum at møta til venjingar. Venjingarstøðan batnar alsamt, og í takt við at hetta er við til at betra um úrtøkana, gerst tað eisini meira lokkandi hjá øðrum leikarum at koma til. Ikki minst man tað vera stórur fongur, at Jens Martin Knudsen nú aftur hevur funnið harpiksið fram. Hetta gevur Tjaldri enn ein trumf, sum einsamallur kann gera munin, og sum harvið ger hóttanina móti stóru liðunum í deildini enn størri.