Kyndil-fløga ávegis

Hondbóltsfelagið Kyndil verður 50 ár í næstum, og sum vera man, so verður nógv gjørt burtur úr degnum. Umframt veitslu, bókaútgávu og annað, er eisini ein fløga ávegis. Á móttøku í Müllers pakkhúsi 10. mars er ætlanin at spæla fløguna alment fyri fyrstu ferð, men í leikskránni til seinasta heimadyst varð boðað frá, at tey kviku kunnu ogna sær fløguna undan hesum. Hetta tí tey fyrstu 100, sum rinda 100 kr. á bankakonto hjá felagnum, fáa fløguna fyri hendan prísin, heldur enn tær 169, sum verða galdandi fyri øll onnur.