Ein dystur er spældur í Hvonndeildini í dag. Í høllini á Hálsi tók Kyndil ímóti Stjørnuni. Um Kyndil vann, so var finaluplássið hjá kyndilskvinnum endaliga tryggjað.
Og kyndilskvinnur greiddu setning sín. Tað var ongin slingur í valsinum, tí at longu í hálvleikssteðginum var munurin á liðunum heili 12 mál - 18-6 til Kyndil. Í seinna hálvleiki vóru liðini meira jøvn og vann Kyndil at enda við 12 málum - 31-19.
Úrslitið merkir, at stigatalvan í Hvonndeildini sær soleiðis út:
1. Neistin - 32 stig
2. Kyndil - 28 stig
3. VíF - 23 stig
4. StÍF - 10 stig
5. Stjørnan - 9 stig
6. VB - 6 stig
Ymiskt er, hvussu nógvar dystir liðini hava spælt. Plássið hjá Kyndli í FM-finalunum er tó endaliga staðfest, tí at VÍF hevur fimm stig at innheinta og bert tveir dystir eftir at spæla. Kyndilskvinnur hava ein dyst eftir at spæla, meðan Neistin hevur tveir, og hetta merkir eisini, at tað er avgjørt, at Neistin endar nummar eitt í landskappingini hjá kvinnum - og Kyndil nummar tvey.
Málskjúttarnir í kvinnudystinum á Hálsi vóru hesir:
Kyndil: Marianna Geirsdóttir Eystberg 8, Turið Arge Samuelsen 7, Bjarta Johansen 6, Súsanna Petersen 2, Bára Krossteig Hansen 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Anna Brimnes 2, Irena Dam 1 og Anja H. Hammer 1.
Stjørnan: Tóra Eliasen 6, Simona Florea 4, Hervør Olsen 3, Kristina Poulsen 2, Ella Petersen 2, Paula Joensen 1 og Marta Becic 1.