Kyndil fekk bank

Uttan nakað at spæla fyri megnaði Kyndil ikki at halda dampinum uppi, og so vann KÍF stórt í seinasta dystinum á árinum

Kyndil-KÍF 19-30 (9-13):


Tað var eitt nærum sovandi Kyndil-lið, sum kom út á vøllin leygardagin. Øll vón um eitt finalupláss var fokin hjá liðnum, og tí var trupult hjá spælarunum at halda rætta hugburðinum.

Og hóast KÍF eru væl niðastir í landskappingini, so hevur árið víst, at munurin ikki er størri enn so, at við skeiva hugburðinum verður talan heilt víst um tap.

Og kollfirðingarnir vóru eisini til reiðar at lofta møguleikanum at enda árið ordiliga. Teir skaptu skjótt ein mun millum liðini bæði, og tó at Kyndil raknaði nakað við fyri steðgin, so var teimum flestu greitt, at her skuldu gestirnir fara avstað við sínum bert fjórða sigri í ár.

Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki hómaðist eisini ein veruligur stórsigur, men heldur ikki hetta fekk Kyndil at raka við, og so líðandi trumlaðu kollfirðingarnir bara víðari.

Á talvuni broytti dysturin tó einki. Kyndil fær bronsumerkini eftir eitt ár, har teir komu ov seint ígongd, og KÍF endar niðast. Eitt vónbrot fyri bæði feløg, sum undan kappingarárinum høvdu avgjørdar ætlanir um at spæla við millum tey bestu.


Fakta um dystin

Kyndil-KÍF 19-30(9-13)

10 min: 4-5

20 min: 7-8

40 min: 12-18

50 min: 16-23

Málskjúttar

Kyndil: Finnur Hansson 7, Rani Ellingsgaard 4, Janus Einar Sørensen 3, Ken Zachariassen 2, Hans Áki Dal Christiansen 2, Josef Abrahamsen 1

KÍF: Rógvi Weihe 8, Damir Oros 7(3), Teitur Joensen 6, Jóan Pauli Olsen 2, Niklas Reginsson 2, Tony Weihe 2, Jákup Trygvason 2, Regin Petersen 1

Brotskøst: Kyndil 1, KÍF 4

Útvísingar: Kyndil 2, KÍF 1

Dómarar: Eyðun Samuelsn & Andreas F. Hansen