Kyndil fær íslendskan risastyrk til finalurnar

Neistin er yvir nátt farin frá at verða favorittur ímóti Kyndli til at verða teir undirtippaðu.

 

Leiðslan í Kyndli hevur handlað, nú spælarar og viðhaldsfólk hava ilskast um, at tann stinni, danski málverjin Emil K. Jacobsen aftur er boðsendur av Neistanum at spæla finalur ímóti Kyndli.

 

Og sigast má, at Kyndil hevur gjørt eitt risahál. Leiðslan í Kyndli var gjørd varug við, at íslendski stjørnuspælarin, Ólafur Stefánsson og felag hansara, Rhein-Neckar Löwen ikki skulu spæla dyst aftur fyrr enn tann 24. apríl, tá Rhein-Neckar Löwen skal spæla imóti Minden.

 

Kyndil og Rhein-Neckar Löwen hava skrivað undir ein leigusáttmála uppá eina viku, sum strekkir seg frá 1. apríl til 8. apríl, og sum ger tað møguligt hjá Ólafi Stefánsson at spæla við Kyndli í trimum møguligum FM-finalum.

 

Kyndil hevur fingið nakrar privatar, dulnevndar sponsorar at fíggja leigumálið.

 

Umframt teir nógv øktu møguleikarnir at vinna FM í hondbólti, so fer Kyndil eisini at gagnnýta Ólaf Stefánsson, og hava hondbóltsskúla fyri teimum yngru leikarunum, týsdagin 6. apríl, har íslendski stjørnuspælarin fer at luta av sínum drúgvu royndum.

 

Ólafur Stefánsson lendi vesturi í Vágum fyri løtu síðani. Í skjótari viðmerking til Portalin sigur hann, at hann veit, at nógvir føroyingar hava stuðlað íslendska landsliðnum í OL, EM og HM-endaspølum. Hann fegnast eisini sum heild um stuðulin, sum føroyska tjóðin hevur givið íslendsku tjóðini, og tí gleðir hann seg til at geva nakað aftur til føroyska fólkið.