Coca-Cola kappingin
Av teimum báðum hálvfinalunum, sum vóru á skránni mikukvøldið, mundu tey flestu rokna við, at spenningurin helst fór at vera í Havn, har Neistin og Kyndil hittust. Hin dysturin var á Skála, har StÍF, sum dagliga spælir í aðru deild, skuldi taka ímóti VÍF.
Hálv sensatión
Tað skuldi tó vísa seg, at VÍF fekk nógv størri trupulleikar av StÍF, enn tær sjálvar munnu brýggja seg um.
Í hálvleikinum hevði StÍF nevnliga eina eitt máls leiðslu, og fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki bendi einki á, at tær fóru at sleppa hesi. Tað var ikki fyrr enn VÍF fór undir at mansverja tær báðar útlendsku leikararnar hjá STÍF, at munur kom í, soleiðis at talan at enda gjørdist um ein greiðan sigur.
Endaliga støðan gjørdist 22-14 til VÍF, eftir at StÍF hevði ført 9-8 í hálvleikinum. Hjá heimaliðnum skutu Alina Olaru og Ileana Manulescu fýra mál hvør, meðan Sóleyð Mikkelsen skeyt átta mál fyri gestirnar.
Brotskøst á Hálsi
Í grannauppgerðini á Hálsi skuldu brotskøst til, áðrenn nakað sum helst var avgjørt.
Endaliga støðan gjørdist, at Neistin vann dystin 29-27. Upprunaligi dysturin endaði 21-21 (12-9), og tá umdysurin kastaði fýra mál av sær til hvørt av liðunum, gjørdist neyðugt við brotskøstum. Her misnýtti Kyndil tey bæði fyrstu køstini, og tá Neistin so skoraði upp á síni, gjørdust tað at enda tær, sum fóru avstað við sigrinum.