Kyndil er føroyameistari

VÍF-Kyndil 29-31 (16-15)

Talan var um satt brak í Vestmanna, har báðir partar alla tíðina góvu seg 100%.

VÍF mansvardi frá fyrsta bríksli Høgna Klein og Rók Akralíð, og hetta darvaði spælinum hjá Kyndli nakað.

Eitt skifti hevði munurin veruliga hug at dragna, men í løtunum undan steðginum fekk Kyndil aftur minkað um munin.

Eftir steðgin gekk fyri tað nógva javnt á, men tá fimm minuttir vóru eftir, tóktist VÍF hava vissað sær eina triðju finalu. Tvær útvísingar til Kyndil góvu VÍF møguleikan at stinga av, og teir løgdu seg eisini trý mál framum. Men tá VÍF so eisini fekk tvær útvísingar, fekk Kyndil svarað aftur. Fyrst vunnu teir seg upp á javnt, og tá teir við knøppum minutti eftir skoraðu til 30-29, fall alt til teirra fyrimun. VÍF noyddist at satsa alt fyri eitt, og tað gav so Kyndli enn eitt kontra-mál, og so var rómurin á grønu viðhaldsfólkunum øgiligur, tá dómararnir bríkslaðu fyri seinastu ferð.