Hondbóltur
Stefan í Skorini
Sunnudagin spæla bæði kvinnuliðini og mansliðini hjá Kyndli og VÍF í høllini á Hálsi. Serliga spennandi verður dysturin millum mansliðini, hóast VÍF longu er føroyameistari.
Talan er um ein klassikara í føroyskum hondbólti, og tí fer VÍF ikki at lata Kyndil sigra uttan ein harðan dyst. Kyndil skal vinna fyri at halda lív í vónini um at vinna silvurmerkini í ár, og hóast tað ikki er gullið, teir dystast um longur, so fara teir at leggja nógv fyri fyri at vinna á arvafíggindanum.
Kyndil er í løtuni eitt stig aftanfyri StÍF, og bæði liðini hava spælt eins nógvar dystir. StÍF skal sunnudagin spæla ímóti Neistanum á heimavølli.
Í Vestmanna møtast KÍF og Tjaldur, har útiliðið skal royna at lyfta seg av aftasta plássinum.
Alt avgjørt hjá kvinnum
Í fremstu kvinnudeildini er næstan alt avgjørt. VÍF er føroyameistari, meðan Stjørnan, sum vann FM í fjør, endar á øðrum plássi. Hetta gjørdist greitt, tá tær vunnu á Neistanum hóskvøldið.
Stjørnan spælir aftur í dag leygardagin móti Tjaldri, sum er tvey stig frammanfyri Sóljuna á aftasta plássi. Hetta er næstseinasti dysturin hjá Stjørnuni, og tær kunnu ikki fangast á øðrum plássi.
VB skal bara hava eitt stig afturat fyri at ogna sær bronsumerkini. VB spælir sunnudagin í Vági móti Neistanum.
Mynd: Hetta vikuskiftið fæst óivað betri greiða á, hvør skal hava tey ymsu heiðursmerkini