Kyndil eitt stig frá oddasessinum

Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu greiðan sigur á VB í dag

Kyndil - VB: 26-19 (16-11)

Kyndil er nú bara eitt stig aftan fyri Neistan, eftir at tær í dag vunnu við sjey málum á VB í høllini á Hálsi. Kyndil kom tíðliga á odda við fleiri málum og eitt skiftið var støðan 12-6.

 

Siðani mansvardi VB Annu Brimnes, sum var besti spælarin fyrstu løtuna. Tað gjørdi mun, men ongantíð var leiðslan hjá Kyndli í vanda. Í seinna hálvleiki komu ikki eins nógv mál. Millum annað tí málverjarnir í báðum endum spældu væl, meðan skjúttarnir vóru minni hepnir.

 

Í Vestmanna vann VÍF 29-21 á StÍF. Tað merkir, at VÍF somuleiðis bara er eitt stig frá oddasessinum, men tær hava spælt tveir dystir fleiri enn Neistin og Kyndil.

 

Málskjútar:

Kyndil: Anna Brimnes 9, Anna Sofía Hjalt Mohr 6, Bára K. Hansen 3, Bjarta O. Johansen 3, Marianna G. Eystberg 2, Randi S. Wardum 2

VB: Gintare 7, Gurið Mortensen 4, Rannvá Johannesen 2, Bára K. Mortensen 2, Una Nolsøe 1, Helga E. Kjærbo, Una Egilsdóttir 1, Ingrida Kuodyte 1

 

 

VÍF – StÍF 29-21 (17-11)

VÍF: Liljan Djurhuus 7, Durita C. Jojic 7, Agnas Olsen 6, Eilin Hansen 6, Tóra Seloy 1, Rakul Joensen 1, Daniella Joensen 1

StÍF: Rebekka Justinussen Fríðrún Danielsen 4, Paula Høgnesen 4, Irena Dam 2, Bára B. Danielsen 1, Sólfríða Pattinson 1, Ansy Sevdal 1, Birna Tummasardóttir 1

 

Støðan:

1. Neistin 21

2. Kyndil 20

3. VÍF 20

4. VB 15

5. StÍF 10

6. Stjørnan 6

7. Søljan 0

 

 

Liðugt: Kyndil helst leiðsluna allan vegin og vann til sjeynd og seinast ein greiðan sigur.

 

45.min: (21-15) Munurin er famvegis tann sami. VB heldur fram við at mansverja Annu, men Kyndil heldur fast um leiðsluna og fyri hvønn minutt, so nærkast Kyndil einum sigri.

 

Hálvleikur: (16-11) Munurin er framvegis fimm mál. Ein leiðsla, sum tær vunnu sær tíðliga í dystinum. VB hevur roynt at rist eitt sindur í posan við millum annað at mansverja Annu Brimnes, ið fekk eina frálíka byrjan. Tað hevur gjørt mun í álopsspælinum hjá Kyndli, men enn halda tær fast í leiðsluni.

 

Anna Brimnes er toppskjútti í fyrra hálvleiki við sjey málum, meðan Anna Sofía Hjat Mohr(Kyndil) hevur skotið fimm mál. Fyri VB gongur Gurið Mortensen við fýra málum.

 

24.min: (14-9) Mansverjan av Annu hevur hjálpt eitt sindur í verjustøðu, men VB hevur framvegis torført við at hála inn á Kyndil. Helst tí tær ikki fáa mál úr rímiliga góðum støðum, eftir at tær partvís hava fingið tamarhald á verjuni. Kyndil hevur enn eina trygga leiðslu.

 

18.min: (12-6) Anna Brimnes hevur spælt ein góðan dyst og hevur í stóran mun verið munurin á liðunum. Tað ásannar Claus Rasmussen, venjari hjá VB, tá hann velur at mansverja hana aftaná eitt korter.

 

Undan dystinum:

Trý stig skilja Kyndil á øðrum plássi og VB á fjórða plássi. Alt er framvegis opið í stíðnum um at sleppa í FM finaluna. Kyndil er greipuvinnari frá farna kappingarári, meðan ikki hevur verið støðugt nokk seinnu árini til veruliga at bjóða av. Hesin dysturin kann geva eina ábending um tað verður broytt í ár.

 

Dystir um vikuskiftið:

Leygardagin:
Kl. 14.30 VÍF – StÍF (kvinnur)
Kl. 14.30 Kyndil – VB (kvinnur)
Kl. 15.00 Stjørnan – Neistin
Kl. 16.00 VÍF – StÍF (menn)
Kl. 16.00 Kyndil – Team Klaksvík
Kl. 18.00 H71 – Neistin