Tíggir dystir hava verið í FTZ-deildini í dag. Í Vestmanna vann VÍF týdningarmiklan sigur á Kyndli. Í Klaksvík vann H71 greitt, meðan KÍF akkurát kláraði at knúgva Neistianum á Hálsi.
Les eisini:(Ljóðsamrøða við Julian Johansen, venjara hjá Kyndli)
VÍF 27-23 á Kyndli. Sermerkt við dystinum var, at tað var eitt mál á muni í hálvleikinum. Síðani økti VÍF til 21-14. Kyndil svaraði aftur við sjey málum í slag til 21-21. Tað endaði við, at VÍF vann seinastu minuttirnar 6-3, og harvið bæði stigini. Bæði Sámal Joensen og Agnar Joensen komu á vøllin fyri VÍF.
Óbroytt í oddinum
H71 hevur framvegis fult stigatal, eftir tíggju umfør. Hesa ferð var sigurin ikki óvæntaður, tí hann var móti Team Klaksvík, sum einki stig hevur enn.
Les eisini: (Ljóðsamrøða við Agnar Joensen, VÍF)
H71 vann 37-24. Fyrrverandi H71 bakkurin, Bogdan Florea, skoraði ikki færri enn 13 mál móti gamla felagnum hjá sær. Í hinum endanum var Peter Krogh toppskjútti við níggju málum.
KÍF vann akkurát á Neistanum í høllini á Hálsi. Við sigrinum eru VÍF og KÍF, sum hevur spælt ein dyst færri enn Kyndil, um at fara frá grøna havnarliðnum í stríðnum um annað atgongumerki til FM finaluna.