Í gjár vunnu fyrst kvinnurnar og síðani menninir hjá Kyndli steypagull. Í dag hava átta steypafinalur hjá teimum yngri verið. Alt endaði við, at Kyndil vann seinastu steypafinaluna, sum var í aldursbólkinum dreingir 16.
Les eisini: H71 vann við einum máli
Dagurin í dag bjóðaði upp á fleiri spennandi dystir. Í tveimum førum var bara eitt mál á muni. Høllin á Hálsi hevur verið at kalla stúgvandi full í allan dag, og óiva hevur talan verið um minniligan dag flestu spælararnar, sum hava verið í dysti.
Sunnudagin 9. februar:
Gentur 10: Neistin a – H71 a 5-10
Dreingir 10: H71 b – Team Klaksvík 4-10
Gentur 12: VÍF – Kyndil a 8-10
Dreingir 12: H71 a – Kyndil a 12-11
Gentur 14: Stjørnan a – Neistin a 17-20
Dreingir 14: Neistin a – VÍF 21-24
Gentur 17: Kyndil a – Neistin a 13-14
Dreingir 16: H71 a – Kyndil 17-20
Leygardagin 8. feburar:
Kvinnur: Kyndil – Neistin 19-14
Menn: Kyndil – KÍF 22-20
Dreingir 18: H71 – VÍF 29-28