Kyndil bukaði VÍF

Í seinasta umfarinum í hondbólskappingini bankaðu menninir hjá Kyndli FM-finalistarnar úr Vestmanna av

Seinasta umfar í hondbóltskappingini hevur í dag verið leikt. Í næstum verður farið undir FM-finalurnar, sum í ár eru millum H71 og VÍF hjá monnum og Neistan og Kyndil hjá kvinnum.

 

Í seinasta umfarinum sum var í dag, var tað mest spennandi hvat av KÍF ella Kyndli fóru avstað við bronsukrónunum hjá monnunum. Bert eitt stig skilti liðini undan dystinum, har KÍF var frammanfyri Kyndil við einum stigið.

 

Men kollfirðingar mistu leiðsluna. Teir taptu í dag sín dyst móti H71, meðan kyndilsmenn í sínum dysti bukaðu VÍF av, soleiðis at Kyndil streyk avstað við bronsukrónunum hjá monnum.

 

Talan var um stórsigur til kyndlamenn í Vestmanna í dag, sum ikki vunnu færri enn 34-26, eftir hálvleiksstøðuna 10-18 til Kyndil.

 

Í Kollafirði vann H71 24-20 sigur móti KÍF eftir hálvleiksstøðuna 13-8 til H71, meðan Stíf í tí seinasta dystinum hjá monnunum vunnu trivaligan sigur móti Neistanum. Tann dysturin endaði við 30-22 sigri til strandingar.

 

Sostatt er endaliga støðan í deildini hjá monnum at H71 og  VÍF skulu spæla um FM-heitið, Kyndil endaði sum bronsuvinnari, KÍF endaði á fjórða plássinum, Neistin á fimta plássinum, Stíf á sætta plássinum, meðan Team Klaksvík endaði aftast í deildini.

 

Hjá kvinnunum hevur eisini ein dystur verið spældur í dag. Hann var millum VÍF og Kyndil í Vestmanna. Tann dystin vunnu kyndilskvinnur 32-24.

 

Úrslitini í dag:

FTZ-Deildin:

VÍF – Kyndil 26-34 (10-18)

KÍF – H71 20-24 (8-13)

Stíf – Neistin 30-22 (15-14)

 

Hvonn-deildin:

VÍF – Kyndil 24-32 (14-14)