Kyndil aftur fyri stórtapi

Kvinnurnar hjá Neistanum fingu gleið á eftir steðgin, og so var ógvuliga avmarkað, hvat Kyndil fekk gjørt við úrslitið

Hondbóltur

 

Tað endaði við stórsigri til Neistakvinnur, tá tær í gjár spældu grannauppgerð móti Kyndli.

Undan steðginum hevði Neistin tað annars alt annað enn lætt, men tær megnaðu tó at fara frá 10-10 til 13-10 seinastu fimm minuttirnar undan floytinum.

Eftir steðgin skrædnaði tó veruliga millum partarnar. Neistin økti javnt og samt um leiðsluna, og tað eydnaðist ongan tíð Kyndli at svara tað allar minsta aftur. Eisini tí Neistin við eini bakketu, sum nú kann skjóta útifrá, tykist hava fleiri streingir at spæla uppá, enn tær høvdu í fjør, tá liðið kanska var besta kontra-liðið í landinum, men har tær sjáldan megnaðu at leggja spælið um.

Hjá Kyndli var talan um næsta stórtapið á rað, og tí er einki at ivast í, at venjararnir báðir hava nógv at arbeiða við, um finnast skal aftur á góðu kósina, sum liðið legði seg á í fjør.

 

Fakta um dystin

Neistin-Kyndil 30-17 (13-10)

10 min: 4-3

20 min: 7-7

40 min: 20-14

50 min: 24-15

Málskjúttar

Neistin: Trine Mayland 7(1), Anja Heinadóttir 6, Anne Kyldævald 5(1), Nicoleta Radu Hansen 4, Elin Staksund 3, Annika Ljósstein 2, Unn Kragesteen 2, Heidi Maria Akselsen 1

Kyndil: Marina Zilko 6, Jacklin Durhuus 5, Linda Johannesen 2, Rakul Napoleonsdóttir 2, Jórun Ludvig 1, Barbara Egilstrøð 1

Brotskøst: Neistin 4

Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 4

Diskvalifikatión: Kyndil 1 (Beinleiðis reytt)