Kyndil á hálvfinalukós

Kyndil vann á StÍF, og hevur mest sannlíkt tryggjað

Menninir hjá Kyndli vunnu í fjør steypakappingina, og teir eru mest sum púrasta vísir í einum plássi í hálvfinaluni í 2015-útgávuni av Coca-cola kappingini.

 

Kyndil hevði í dag vitjan av StÍF, og her gjørdist talan um heimasigur.

 

Tað var alla tíðina Kyndil, sum var á odda í dystinum, men munurin gjørdist ongan tíð somikið stórur, at nervin fór úr dystinum. Stutt undan leikloki var munurin bert tað eina málið, men tað eydnaðist Kyndli at svara aftur.

 

Kyndil hevur nú fýra stig, men heilt vísir í víðari luttøku eru teir tó framvegis ikki. Bæði H71 og Team Klaksvík kunnu eisini røkka fýra stigum, men undir øllum umstøðum eru tað teir grønu, sum hava allar trumfirnar.

 

Hjá StÍF er støðan júst ann øvuta. Teir hava einki stig, men møguleikin er, at StÍF, H71 og Team Klaksvík øll standa við tveimum stigum, tá seinasti dysturin er spældur, so strandingarnir hava alt at spæla fyri, tá teir í seinasta umfarinum taka móti Team Klaksvík.

 

Kyndil-StÍF 23-20 (11-10)