Kylian Mbappé kúvendur: Fintar Real Madrid

Franski heimsmeistarin hevur kúvent og verður verandi í Paris Saint Germain

Tað hevur leingi ljóðað, at Kylian Mbappé er á veg til Real Madrid. Franski heimsmeistarin er helst størsta fótbóltsnavnið í løtuni og er uttan sáttmála í summar. Nú sigst, at hann verður verandi í PSG.

 

Hann hevur verið settur í samband við Real Madrid, sum er í holt við at byggja eitt nýtt lið, nú fleiri av stjørnunum eru komnir nakað væl upp í 30 ini. Tað ljóðaði millum annað í vetur, at Real Madrid var til reiðar at rinda næstan eina milliard krónur, fyri at fáa áleyparan at skifta tá, hóast sáttmálin gongur út í summar.

 

Fjølmiðlar og ítróttarskrivarar hava væntað, at skifti fór at blíva kunngjørt rundanum Champions League finaluna, sum verður um eina viku, tá Real Madrid skal spæla móti Liverpool. Í yvirtíðini ljóðar, at Kylian Mbappé hevur fingið eitt tilboð frá PSG, sum hann ikki kann siga nei til.

 

Tað skriva millum annað Fabrizio Romano, ið er ein tann fremsti ítróttarskrivarin, tá tað kemur til flytingar í Evropa. Søgan sigur, at nýggi sáttmálain er galdandi fram til 2025, og gevur Kylian Mbappé nógvar pengar, men eisini meira at hava skula sagt um framtíðina í felagnum.