Kyksilvur kann steðga hvalaveiði

Mánadagin kunnu norskir hvalabátar fara undir at veiða ta árligu hvalakvotuna, men sama dag skulu heilsumyndugleikarnir taka støðu til, um tað yvirhøvur er heilsuliga ráðiligt at eta hvalatvøst.

Norsku vísindafólkini hava longu staðfest, at so nógv eitrandi evni eru í spiki, at tað er ikki egnað til mannaføði. Janneche Utne Skåre, professari sigur, at fólk eiga ikki at eta meiri enn tíggju gram av spiki um vikuna, og børn og kvinnur, sum eru við barn, eiga als ikki at eta spik, sigur hon.

Tað eru eitrandi evni sum PCB, sum gera, at vísindafólkini mæla fólki frá at eta spik. Í tvøstinum er tað harafturímóti kyksilvur, sum er tann stóri vandin. Í fjør tóku heilsumyndugleikarnir royndir av hvalatvøsti, og tað er úrslitið av hesum kanningum, sum nú skal leggjast fyri myndugleikarnar.