Kyksilvur aftur á breddanum

Í eini grein, sum National Geographic skrivaði herfyri, stóð at børn sum liva tætt norðurpólskringinum eru í størri vanda fyri skaða í heilanum, og sum kann føra við sær eitt lægri IQ.

Í eini grein, sum National Geographic skrivaði herfyri, stóð at børn sum liva tætt norðurpólskringinum eru í størri vanda fyri skaða í heilanum, og sum kann føra við sær eitt lægri IQ.

 

Ávirkanin kyksilvur hevur á útviklingina á kroppi og heila hevur verið eitt nógv umrøtt evni, men alsamt fleiri vísindaligar kanningar vísa á at kyksilvur hevur stóra ávirkan á útviklingina hjá børnum - hetta frá móðurlívi av. 

 

Granskarar frá Laval and Wayne State University hava funnið fram til at børn hjá inuittum, sum hava nógv kyksilvur í kroppinum, eisini hava lægri IQ enn tey børnini hjá inuittum, sum hava líti av kyksilvur í kroppinum.

 

Greinin vísur eisini á úrslit, sum benda á at í Føroyum hava børn við nógvum kyksilvuri í kroppinum minni orðatilfeingi, verri minni og verri í rørslumenning.


Í 2012 funnu landslæknin Pál Weihe, og Dr. Philippe Grandjean, lækni í nervafrøði á Harvard University fram til at kyksilvur í barnakonum ávirkar útviklingina hjá forstrinum og hevur við sær at barnið tekur illa við órínsgeran.

 

Umframt hetta vísur kanningin á samsvar millum kyksilvur og útviklinging av Parkinson, høgum blóðtrýsti, æðrakálking, ov líti av insulini í blóðinum og sukursjúku. 

 

Les greinina á National Geographic her

 

Les kanningina frá 2012 her