Rás2/in.fo var til finaluna millum NSÍ og HB í VFF Cup í dag. HB vann finaluna 5-3 uppá brotssparkskapping, vanligi dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Á hesari kykmyndini síggjast tey avgerandi brotsspørkini, tá Andrew av Fløtum og Teitur M. Gestson skora fyri HB, meðan Andy Olsen brendi fyri NSÍ: http://www.youtube.com/watch?v=y_nMiewePXw
Á hesari kykmyndini sæst løtan, tá Jógvan Arge handaði vinnandi liðnum, HB steyp fyri at vinna VFF Cup 2014: http://www.youtube.com/watch?v=DfTWW900p9Q
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra ljóðsamrøður við Heðin Askham, venjara hjá HB, og eina samrøðu við Frankie Jensen og Áka Johansen frá venjarafelagnum, sum reikaðu fyri kappingini.










