Kykmynd: Shakhtyor Soligorsk-NSÍ 5-0 (2-0)

(Kykmynd) Síggj málini frá dystinum Shakhtyor Soligorsk-NSÍ 5-0 (2-0) her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini, sum vóru skoraði í seinna dystinum millum Shakhtyor Soligorsk úr Hvítarusslandi og NSÍ, sum Shakhtyor Soligorsk vann 5-0, og harvið samlað 7-0.

 

NSÍ hevði torføran arbeiðssetning, og eitt vánaligt útgangsstøðið frá fyrra dystinum, tá ivasom brotsspørk og ivasamar útvísingar koppaðu dystin til hvítarussiska liðið.

 

Komandi dystur hjá NSÍ verður á heimavølli við Løkin í Runavík, sunnudagin 24. juli, tá NSÍ tekur ímóti B68 í 17. umfari í effodeildini. 

 

NSÍ spældi í bláum hendan dystin. GÍ fór í søguna í 2008, og tað eru nógv ár síðani B71 spældi í bestu deildini, so tað er langt ímillum, at besta liðið hjá NSÍ spælir í bláum, nú langt er millum mótstøðuliðini í Føroyum, sum eisini spæla í gulum.