Kykmynd: Seinasti dysturin hjá Fredericia í ár

(Kykmynd) Síggj málini, tá Rógvi Baldvinsson og Fredericia taptu 2-4 ímóti oddaliðnum, Lyngby

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum, tá FC Fredericia við Rógva Baldvinsson á liðnum tapti 2-4 ímóti Lyngby á heimavølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

FC Fredericia kom væl frá byrjan, og var á odda 1-0 í steðginum, men í seinna hálvleiki gekk alt ímóti, og dysturin endaði vi 2-4 tapi. 

 

FC Fredericia er nummar seks í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 24 stigum. 10 stig eru upp til uppflytingarstrikuna, har Horsens liggur við 34 stigum.