Kykmynd: Rimmar mál hjá René Shaki Joensen

(Kykmynd) Síggj vakra málið René Shaki Joensen skoraði fyri Vendsyssel FF her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum Vendsyssel FF og FC Fredericia, sum var leiktur í Hjørring ígjár. Tíverri gjørdist talan um eitt 1-2 tap til føroyingafelagið, Vendsyssel FF, sum hevði Hall Hansson, Brand Hendriksson og René Shaki Joensen á vøllinum.

 

Vendsyssel FF dregur svart fyri tíðina. Teir hava enn ikki vunnið ein dyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í 2016, og teir liggja ikki í skrivandi stund til uppflyting upp í bestu donsku fótbóltsdeildina.

 

Men ein góður uggi var kortini. René Shaki Joensen skeyt eitt gott mál frá brotsteigarmarkinum í 67. minutti. 

 

Á kykmyndini síggjast René Shaki Joensen og Hallur Hansson feira málið á ein stuttligan hátt.

 

Sunnudagin komandi spælir Vendsyssel FF útidyst ímóti Skive. Vendsyssel FF liggur á einum sætta plássi í næstbestu fótbóltsdeildini við 38 stigum. Fimm stig eru upp til Vejle, sum liggur á triðja plássi, sum gevur rætt til uppflyting upp í bestu donsku fótbóltsdeildina. 

 

Tað er YouTube rásin hjá FC Fredericia, sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.