TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr tað rørandi og tignarliga minningarhaldið, sum var á Wembley leikvøllinum í London í kvøld, tá Ongland og Frakland leiktu venjingardyst.
Upptøkan er frá fronsku sjónvarpsrásini TF1, men alt, sum fór fram á minningarhaldinum, í samband við tjóðsangirnar, og rørandi løtuna, tá øll í tøgn mintust tey, sum doyðu av yvirgangsálopinum í París farna fríggjadag verður presenterað bæði á enskum og á fronskum av stadionspeakaranum á Wembley.
Ongland vann annars 2-0 við málum frá Alli Dele og Wayne Rooney, men tað er tignarliga og rørandi løtan áðrenn dystin, sum stendur eftir í minninum.