TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini Follo-Levanger 1-2 (1-0), sum var ein sannur botngysari í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.
Sigurin til Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnar í Levanger merkir, at Levanger er eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, áðrenn seinasta umfarið komandi sunnudag, tá Levanger tekur ímóti suverena oddaliðnum, Sogndal.
Á kykmyndini sæst og hoyrist eisini fagnaðurin, tá dómarin bríkslaði dystin av.
Tað er Kåre Arnfinn Fostad, sum hevur filmað.










