Kykmynd: Jamie Vardy setti met í dag

(Kykmynd) Síggj Jamie Vardy hjá Leicester City seta skoringsmet í Premier League

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj 28 ára gamla framherjan hjá Leicester City, Jamie Vardy seta skoringsmet í Premier League. Tá hann skoraði ímóti Manchester City á King Power leikvøllinum í Leicester gjørdist hann fyrsti spælarin í Premier League nakrantíð, sum hevur skorað í 11 dystum á rað í Premier League. Fyri fáum árum síðani skeyt Jamie Vardy mál í ensku 8. deild, so sigast má, at talan er um eitt bragd uttan sín líka. 

 

Gamla metið átti gamla Manchester United hetjan, Ruud van Nistelrooy, sum skoraði 10 mál á rað í Premier League í 2003. 

 

Dysturin millum Leicester og Manchester United endaði annars við javnleiki 1-1. Bastian Scweinsteiger javnaði fyri Manchester United.