Seinnapartin leygardagin var ein undirhaldandi og lívligur dystur spældur í donsku superliguni millum AC Horsens og Silkeborg. Dysturin endaði við javnleiki 3-3, men tað er eitt úrslit, sum teir í Silkeborg kunnu verða væl meiri nøgdur við, tí AC Horsens var á odda bæði 2-0 og 3-1, men kortini megnaði Silkeborg at koma aftur.
Føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson var við frá byrjan hjá AC Horsens, og hann hevði nakrar góðar royndir á málið hjá Silkeborg uttan at skora. Hallur Hansson spældi allan dystin á tamb.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini í tí lívliga dystinum millum AC Horsens og Silkeborg, sum endaði við javnleiki 3-3. Horsens er nummar 9 við fýra stigum aftaná fimm dystir. Higartil hevur talan verið um fýra javnleikir og eitt tap.
Klokkan 15 í dag taka OB og Jóan Símun Edmundsson ímóti FC Nordsjælland á heimavølli í Odense.









