TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum millum KÍ og Skála, sum var leiktur í gjárakvøldi, og sum KÍ vann stórt 5-0. Páll A. Klettskarð skeyt hattrick í hesum stórsigrinum.
Tað er Jóhan Thomsen í Klaksvík, sum hevur tikið upp og sett saman hesi hæddarpunktini.
Sigurin merkir, at KÍ er greitt oddalið við 44 stigum. Víkingur hevur 37 stig, og NSÍ hevur 36 stig, tó fyri ein dyst færri. Víkingur tekur ímóti B68 í morgin, og NSÍ tekur ímóti ÍF.