TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj kykmyndarhæddarpunktini, sum Jóhan Thomsen hevur filmað frá dystinum millum KÍ og HB norðuri í Klaksvík í dag.
KÍ vann við einum máli, sum var skorað, tá fá sekund vóru farin av seinna hálvleiki. Aftur hesaferð vóru tað Páll Klettskarð og Jóannes Bjartalíð, sum stóðu fyri einum máli hjá KÍ.
KÍ er nummar tvey í effodeildini við 23 stigum, sama stigatali, sum oddaliðið B36. KÍ hevur ikki tapt í 10 dystum í landskappingini og í steypakappingini.










