Kykmynd: fýra føroyingar við í 0-3 tapi

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Randers FC-Vendsyssel FF

Fýra føroyingar fingu spælutíð, tá Vendsyssel FF royndi seg á útivølli ímóti superligaliðnum Randers FC.

 

Hallur Hansson og Brandur Hendriksson byrjaðu inni, men vóru skiftir út. René Shaki Joensen og Meinhard E. Olsen vóru skiftir inn í seinna hálvleiki, og bleiv sostatt spælitíð til allar fýra føroyingarnir hjá Vendsyssel FF.

 

Burtursæð frá tí var ikki nógv annað jaligt at siga frá dystinum, har Randers FC var klárt betri og vann 3-0. Randers kom á odda 1-0 longu tá átta minuttir vóru farnir, og seinasta korterið øktu teir við tveimum málum.

 

Teir, sum mannaðu liðið hjá Vendsyssel, sambært heimasíðu felagsins : 

 

Vendsyssel (4-4-1-1): Jesper Christiansen – Søren Henriksen (76: Buster Munk), Mads Greve (34: Rune Frantsen), Chris Sørensen, Patrick Nielsen (78: Ruben Winther) – Simon Okosun, Martin Bergvold (71: Jens Kristian Sørensen), Bjarke Jacobsen (76: Nicolas Bøgild), Brandur Hendriksson (71: Christian Overby) – Hallur Hansson (23: Andre Riel, 78: Meinhard Olsen) – Tiago Leonco (71: Rene Joensen)