TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj ótrúligu 90 ára gomlu Åse Mariu Nordhagen jonglera við einum fótbólti til næstan tekniskt UG.
Åse Maria Nordhagen elskar fótbólt, og hon sigur við norska TV2, at hon klárar ikki at ganga framvið einum fótbólti, uttan hon skal jonglera við bóltinum.
Tá hon gongur túrar í heimbýnum Sauda eru tað fleiri - bæði ung og eldri - sum heita á hana at jonglera við einum fótbólti, og hon er altíð til dystin fús. Við sær í taskuni hevur hon altíð ítróttarskógvar, so hon kann verða betri før fyri at jonglera.
Tá hon var yngri megnaði hon einaferð at jonglera heilar 1003 ferðir, sum er hennara persónliga met. Nú hon er 90 ára gomul klárar hon "bara" at jonglera 30 ferðir.
Søgan um ótrúligu Åse Mariu Nordhagen hevur gingið sína sigursgongd á netinum, og hon var fyri stuttum noydd at hála telefonstikkið úr, tí hon var kimað niður av miðlafólki úr øllum heiminum, sum vildu tosa við hana.
Åse Maria Nordhagen leggur dent á, at tað er týdningarmikið at venja nógv, og ikki at geva upp.
YouTube brotið, sum sæst her er frá svenska "Expressen".