Russland hevur í nátt lopið á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, við einum hópi av dronum. Tveir persónar sigast vera særdir, og bygningar hava fingið skaða.
Tað er sætta slíka álopið á Kyiv í hesum mánaðin.
Russland sendi eisini í nátt dronur ímóti mið, syðra og vestara partinum av Ukraina.
Landsins loftverja upplýsir, at hon hevur skotið niður 24 av 28 álopsdronum.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, skrivar á boðtænastuni Telegram, at ein drona hevur rakt ein íbúðarblokk í býarpartinum solomjanskyj, sum er sunnan fyri miðbýin.
Eldur kom í ovastu hæddirnar, men tey fingu skjótt tamarhald á honum. Tvey fólk vórðu særd í álopinum.
Álopið rakt stutt frá eini føðistovu.
Myndugleikarnir upplýsa, at lutir frá niðurskotnum dronu festu eld í ein bygning, sum stóð í gerð við Dniproánna, sum gongur ígjøgnum Kyiv.
Hernaðarleiðslan í býnum hevur lagt út myndir, sum vísa brotin vindeyðuf og illa skaddar íbúðir.
/ritzau/Reuters