Eitt fólk læt lív, og fleiri vórðu særd, tá ukrainski høvuðsstaðurin Kyiv triðju náttina á rað varð álopin við russiskum dronum.
Tað siga myndugleikarnir í býnum í morgun, og tað eru útlendskar tíðindastovur, sum endurgeva hesi tíðindi.
Ukrainska loftverjan í økinum skeyt niður dronur í og kring høvuðsstaðarøkið.
Vraklutir av niðurskotnum dronum fullu niður í fleiri býarpørtum, og fleiri spreingingar vóru at hoyra.
Ukrainska verjan sigur, at 20 dronur vórðu skotnar niður av iranska slagnum, Shaded og tvær Kalibr-krússararakettir.
- Verjan stóð seg væl í nátt, sigur ein talsmaður hjá ukrainsku verjuni, Jurij Ignat.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur á Telegram, at neyðhjálparfólk fóru út í fýra býarpartar eftir spreingingar kring um í høvuðsstaðnum.
- Í býarpartinum Podilskyj var eitt fólk funnið, sum hevð latið lív, tá eldur var komin í ein íbúðarbygning, sigur hann.
Vitalij Klitsjko leggur aftat, at nøkur fólk eisini eru send á sjúkrahús. Tey vórðu rakt av vraklutum, tá dronur vórðu skotnar niður.
Síðstu nátt vóru eisini spreingingar í øðrum ukrainskum býum, eitt nú í Khmelnytskyj har vesturi í landinum, í Mykolajiv har suðuri og í Zaporizjzja i landsynningspartinum av Ukraina.











