Kvotuskipanin hevur havt góða ávirkan

Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning í Evropa, OECD, ávarar íslendingar ímóti at gera nakrar grundleggjandi broytingar í verandi fiskiveiðistýring

Íslendingar fáa yvirhøvur rós í einari nýggjari frágreiðing hjá OECD. Sagt verður, at landið er komið væl áleiðis við arbeiðinum at loysa trupulleikarnar eftir bankaskrædlið. Sagt verður, at afturgongdin í bruttotjóðarframleiðsluni er steðgað, og at búskaparvøksturin verður trý prosent næsta ár.

Harafturat fáa íslendingar rós fyri munagóð stig at endurreisa bankakervið, men OECD ger vart við, at Seðlabankin eigur at fáa betri møguleikar at stýra peningamálum. Skuldi tað hent, at Ísland fer upp í ES, eiga íslendingar sum skjótast at seta evruna í gildi sum gjaldoyra, sigur felagsskapurin.

Um fiskivinnuna sigur OECD, at kvotuskipanin og fiskivinnustýringin annars hava havt góða ávirkan og hava eggjað til, at stovnarnir verða skilabetri gagnnýttir. Tí mælir felagsskapurin íslendingum frá at gera nakrar grundleggjandi broytingar í verandi fiskiveiðistýring.