31. januar verða 1.276 tons av toski á Flemish Kap sett til sølu á opnari uppboðssølu. Tað boðar Vørn frá á heimasíðu síni.
Á heimasíðuni verður eisini upplýst hvørjar treytir Vørn setir til áhugaðar keyparar.
- Vørn skal gera vart við, at feløg ella persónar, sum ætla at bjóða á uppboðssøluni, skulu veita Vørn bankatrygd fyri gjaldið fyri rættindi at veiða. Trygdin skal vera veitt í seinasta lagi 1 tíma, áðrenn uppboðssølan byrjar. Keypari kann ikki geva boð fyri hægri upphædd enn ta trygd, hann hevur veitt.
- Trygdin skal stillast sum ótíðaravmarkað sjálvskuldarborgan ella sum onnur bankatrygd, ið kann metast at vera eins nøktandi. Møguleiki er eisini fyri at flyta kontant gjald á konto hjá Vørn á 6460 182.705.9. Trygd fyri uppboðssølugjald skal latast Fiskamarknaða Føroyar, skrivar Vørn.
Upplýst verður eisini, at sølan verður framd sambært § 5 í kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu 2019.