Nú kvotan á Flemish Cap er um at verða uppfiskað, er greitt, at í ár verður bara ein minni partur av kvotuni løgd upp í Føroyum. Hitt er landað í Saint Pierre, og hetta hóvar ikki formanninum í vinnunevndini hjá Løgtinginum:
-Eg meti tað vera heilt natúrligt, at allur fiskurin, sum verður fiskaður av kvotuni á Flemish Cap uppá góð 3.200 tons, verður førdur til Føroya til at verða virkaður á fiskavirkjum her og harvið skapa arbeiðspláss á føroyskum fiskavirkjum. Hetta var eisini tað sum hendi í 2013, til gagns fyri skip, manning og fiskavirkir í Føroyum, sigur Alfred Olsen.
Trolarar farnir við tí mesta
Hann er millum teirra, sum halda, at línuskipini eiga at sleppa at fiska alla kvotuna á Flemish Cap, tí tað vóru línuskipini, sum í 60-unum og 70-unum løgdu grundarlagið undir okkara søguligu rættindi til toskin har vesturi, sigur hann.
-Tí metti eg, at tað var skeivt, tá Fiskimálaráðið út frá kunngerðini, sum teir sjálvir høvdu gjørt, útskrivaðu fiskiloyvir til trolarar til alla kvotuna á Flemish Cap. Eg havi gjørt Jacob Vestergaard varugan við hetta mistak fleiri ferðir, og sum hann gav lyfti um at fáa rættað, men nú sigur hann, at hetta kann ikki broytast fyri 2014, tí at loyvini eru útskrivað, sigur Alfred Olsen við in.fo og leggur afturat, at tað gekk, júst, sum hann stúrdi fyri.
-Tað, sum eg vísti honum á, kom at henda við kvotuni á Flemish Cap, er tað, sum vit uppliva í dag. Trolararnir fiska meginpartin av kvotuni og avreiða fiskin til móttøkuskip har yviri ella í Saint Pierre, haðani fiskurin fer til virkingar ymsastaðni við teirri fylgju, at vit í Føroyum missa arbeiðspláss, missa virðirøkingina av fiskinum, missa útflutningsvirði, og tað føroyska samfelagið missir nógvar milliónir í inntøku, sigur vinnunevndarformaðurin.
Má ikki henda aftur
Alfred Olsen fegnast um, at línuskipini hava lagt fiskin upp í Føroyum, eins og tey gjørdu í fjør við góðum úrsliti fyri skipini, manningarnar, virkini í Føroyum og arbeiði og øktar inntøkur fyri arbeiðfólkini á virkjunum umframt øktan útflutning hjá Føroyum. Spurningurin er so, um atburðurin hjá trolarunum kann hava ávirkan á línuskipini, tí tá trolararnir kunnu landa har yviri, hví kunnu línuskipini so ikki eisini gera tað, spyr Alfred Olsen. Hann ætlar sær at gera sítt til, at tað, sum er hent í ár, ikki skal endurtaka seg næsta ár.
- Kann hetta ikki rættast í 2014, so vil eg gera alt, fyri at tað sama ikki hendir aftur í 2015, tí sjálvandi skal fiskurin av Flemish Cap veðra virkaður í Føroyum, og koma tí føroyska samfelagnum til góðar, sigur formaðurin í Løgtingsins vinnunevnd.