Í dag er kvøldskúlaframsýning í Miðhøllini á Skúlatrøð av næmingaarbeiði frá vetrinum 2017/18, og nógv ymiskt er síggja, umframt próvhandanir fyri ymisku skeiðini, sum veita prógv – so sum dugnaskapsroynd.
Nevnast kann annars framsýningar frá m. a. horn- og silvursmíð, veving, brodering, málningalist, modelsmíð, foto og tónleik, sum partar av framsýningini.
Kvinnukórið, SUÐ, sum er undir kvødskúlaundirvísingini, sang nøkur løg m.a. eitt lagatyssi úr Sound of Music, har Pætur við Keldu spældi undir.
Til framsýningin av føroyskum klæðum gingu fólk í føroyskum klæðum, og Paulina Eliasen, lærari greiddi frá ymiskum í sambandi við klæðini.
Tað er Erik Biskopstø, sum er leiðari av Kvøldskúlaskipanini.
Skráin:
15:00 Framsýningin letur upp
16:00 Tónleikur
17:00 Próvhandan
17:05 Framsýning við føroyskum klæðum við frágreiðing
20:00 Framsýningin endar









