Tær skapandi lærugreinarnar á Studentaskúlanum í Hoydølum skipa fyri kvøldsetu við list, animatiónum, sjónleiki og tónleiki.
Tær skapandi lærugreinarnar: Tónleikur, myndlist, leiklist og miðlafrøði lata hóskvøldið kl. 19 dyrnar upp fyri almenninginum. Í auluni vera framførslur av tónleiki og sjónleiki, men allur skúlin er karmur um tiltøk og framsýningar.
Longu kl. 15.15 er fernisering av útvaldum listaverkum í gamla húsinum, og er framsýningin opin allan dagin.
Eisini í illa atkomiliga kjallaranum, verða tiltøk á skránni: myndaframsýningar, filmssýningar, Rútmiska kórið í Hoydølumm animatión og kafé.