Kvívíkingurin er aftur best

Kvívíkingur aftur eina bátslongd fremst

Kvívíkingur hevur verið klárt besta 8-mannafarið higartil í ár og hava vunnið báðar róðrarnar higartil við eini bátslongd.

 

Kvívíkingur og Knørrur fáa góðan start. Kvívíkingur leggur seg hálvan skut framm um Argjabátin og Knørr, meðan Miðvingur dragnar.

 

Knørrur roynnir leingi at fylgja Kvívíkingi, men um hálva oljukeiina missir Knørrur takið og fer hálva bátslongd afturum Kvívíking.

 

Tá 100 metrar eru eftir fer Kvívíkingur frá teimum, eina bátslongd á muni og vinnur við tíðini 04:44.10, Knørrur nummar tvey við tíðini 04:47.01, Argjabáturin nummar trý við tíðini 04:47.17 og Miðvingur nummar fýra.