Kvívíkingar rindaðu meira í skatti

Kvívík

Kvívíkar kommuna hevur í dag kunngjørt samlaðu skattainntøkurnar hjá kommununi fyri 2015. Talan er um góðan lesnað fyri bygdaráðið, tí skattainntøkurnar eru munandi hægri enn í 2014.


Tilsamans vóru skattainntøkurnar hjá kommununi 20,2 milliónir krónur. Álíknaða skattainntøkan var 7,32 prosent hægri enn í 2014 ella 1.476.413 krónur.


Serliga er tað oktober mánaður, ið skarar framúr. Í oktober rindaðu kvívíkingar 3.032.350,96 krónur í skatti, ið var 15,59 prosent meira enn í 2014. Tað er eisini umleið tvífalt so nógv sum í bæði september og november.


Sostatt heldur góða gongdin í kommuni seinastu árini fram. Kommunan upplýsir nevniliga, at frá árunum 2010 til 2015 eru skattainntøkurnar hjá kommununi hækkaðar við átta prosentum. 

Kvívík

Kvívík

Kvívík

Kvívík

Kvívík