Kvívíkar kommuna hevur nú skrivað út kapping um búmerki til kommununa, og kommunan sigur, at ynskiligt er at fáa eitt búmerki, ið endurspeglar, at kommunan er samansett av fimm bygdum, Skælingi, Leynum, Stykkinum, Kvívík og Válinum.
- Búmerkið skal kunna brúkast á brævpappíri, heimasíðu og á øðrum marknaðarføringstilfari. Uppskot skulu verða í støddini A4, og skulu í seinasta lagi 2. mars 2015 sendast í afturlatnum brævbjáva til Kvívíkar kommunu.
Neyvari kunning um, hvussu farast skal fram, kann lesast á www.kvivik.fo.
- Vinnandi uppskotið fær virðisløn á 10.000 krónur, og búmerkið verður avdúkað 20. mars 2015. Dómsnevndin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini - ella einki at velja, sigur kommunan.
Í dómsnevndini eru vegna Kvívíkar kommunu, Anni Isaksen, Petra Iversen og Dánjal Petur Müller, borgarstjóri. Harumframt eru Hansina Iversen, listakvinna og Janus Kampmann, grafikari, eisini í dómsnevndini.