Sýrisku mannarættindafelagsskapirnir siga, at eingi skot eru at hoyra í morgun, og sostatt bendir alt á, at stjórnarherurin og uppreistrarmenninir halda vápnahvíldaravtaluna, sum teir hava gjørt við ST-umboðsmannin, Lakhdar Brahimi.
Hann mælti pørtunum til at binda frið í sambandi við ta muslimsku hátíðina Eid al-Adha, sum byrjaði í morgun og varir fýra dagar. Báðir partar tóku undir við uppskotinum.
Sambært mannarættindafelagsskapunum vóru harðir bardagar í nátt.