Dýra Biðidag kl.18.00 verður ein heldur øðrvísi gudstænasta í Christianskirkjuni. Høvi verður givið til kvirru og djúphugsni.
Diana Johannesen fer at syngja tveir sangir. Høvi verður at tendra ljós og taka eitt bíbliuørindi. Eisini kann ein fara fram at altarinum, har møguleiki er at fara í bøn og njóta kvirruna.
Hanus á Gørðum, prestur, prædikar.
Gudstænastan endar við altargongd.