Kvinnustevna á Eiði

Í ár verður kvinnustevnan hjá Frelsunarherinum á Hotel Eiði frá 23. til 25. apríl.

Vitjan verður av leiðarunum fyri Føroyar, Ísland og Noreg kommandørunum Carl og Gudrun Lydholm, sum koma at leiða og tala á stevnuni.


Stevnan verður sett fríggjakvøldið kl.20. Leygardagin verður bíbliutími, og eisini kemur borgarstjórin at siga frá um bygdina Eiði.


Um kvøldið kl. 20 er alment møti í missiónshúsinum Karmel, tá er vitjan úr Havn av hornorkestri og streingjakóri. Umframt kommandør Lydholm, sum kemur at tala, koma eisini onnur at luttaka við sangi og vitnisburði. Sunnudagin kl. 11 er seinasta møti á stevnuni.