Kvinnusamskipan Føroya heitir á løgtingið um at taka undir við uppskotinum um at skipa Føroya sum eitt valdømi Á ársfundi hjá Kvinnusamskipan Føroya, sum var hildin á Toftum leygardagin varð samtykt við stórum meiriluta at heita á Føroya Løgting at broyta vallógina soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi, sigur Kvinnusamskipan Føroyar í tíðindaskrivi. Skrivað undir yvirlýsingina hava:
- KvinnufelagaSamskipan Føroya
- Kongshavnar Kvinnufelag
- Tofta Kvinnufelag
- Kvinnufelagið í Havn
- Skála Kvinnufelag