Kvinnurnar væl í gongd

Flogbóltskvinnurnar, sum plaga at vera fast inventar í finalunum á Oyggjaleikunum, fingu sum væntað eina góða byrjan ímóti norska Hitra, ið tó sær út til at megna meira enn undanfarnar leikir. Á føroyska liðnum sluppu allar at royna seg

Tað grettir ikki, at føroysku flog­bólts­kvinnurnar standa seg væl á Oyggjaleikunum, og enda altíð í finaluni. Ætlanin er eisini at koma so langt hesa ferð, men millum kvinn­urnar og gullið standa nógvir dyst­ir hesa komandi vikuna.
Ein av teimum, ið mangan hevur verið við til at vunnið, er Helen á Lakjuni, ið fegnaðist um fyrsta dystin í gjárkvøldið, sum endaði við væntaða 3-0 sigrinum á liðnum frá norsku oynni Hitra.
– Vit høvdu roknað við at vunn­ið, og hetta bleiv eisini ein lættur dystur. Tað var eisini fínt, at allar sluppu at spæla, so hetta var ein fín­ur dystur hjá okkum at byrja við, segði Helen á Lakjuni.
– Eg haldi, at vit við hesum eru komnar væl í gongd. At vit vunnu sannførandi, hevur nógv at siga, tí vit hava ikki spælt so nógv saman.

Ein góð byrjan
Talan gjørdist ikki um nakran drúgv­an dyst, tí í effektivari tíð vardi hann 59 minuttir. Í fyrsta sett­inum var stórur munur, tá Hitra bara fekk sjey stig, men í teim­um báðum seinni komu norsku kvinn­ur­nar betur við, uttan tó at megna at hótta av álvara.
– Eg eri ótrúliga væl nøgdur, tí hetta var ein góður máti at koma í gongd uppá. Men so skal eisini sigast, at Hitra hevur tikið seg nógv fram og millum annað hevur ein spæl­ara, sum er í Vordingborg í Dan­mark og spælir. So har er av­gjørt framgongd í hjá teimum, segði Kristian Mikkelsen, ið fegin vildi lata allar sleppa at spæla í gjár­kvøldið.
– Vit skulu ígjøgnum so nógvar dystir hesa vikuna, at brúk verður fyri øllum. Genturnar spældu ótrú­liga væl, og vit kunnu bara fegnast um kapping á so at siga øllum pláss­um.
Kvinnurnar skulu í kvøld klokk­an 20.15 spæla ímóti Álandi, sum saman við Bermuda kann ger­ast ein avbjóðari í okkara bólki, eins og Gotland møguliga eisini er tað, meðan Gibraltar neyv­an hev­ur stór­vegis at bjóða. Í hin­um bólk­inum bendir alt á, at Saaremaa og Menorca eru tey mest spennandi liðini, ið liggja framvið at fara allan vegin.