Kvinnurnar til Reykjavíkar

Um tríggjar vikur skal a-landsliðið hjá kvinnum spæla tveir venjingardystir í Reykjavík

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar í dag, at fyrireikingarnar hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í døgunum 4. til 9. apríl skulu til undan undankapping á Malta, ganga væl. 


Í vetur hava kvinnurnar havt fleiri venjingar a Tórsvølli, og seinni í hesum mánaðinum verður farið til Reykjavíkar, at spæla tveir venjingardystir ímóti íslendska U19-kvinnulandsliðnum.


- Tað kemur væl við at fáa tveir venjingardystir áðrenn kappingina á Malta. Malena Josephsen og Rannvá Andreasen hava smávegis skaðar at dragast við, og eru tískil ikki úttiknar. Men dystirnir í Íslandi skulu serliga brúkast til at síggja nýggjar og yngri landsliðsleikarar, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari.


Tær 18, ið eru úttiknar til dystirnar í Íslandi, eru hesar:
Bjarta Johannesen, B36
Monika Biskopstø, KÍ
Oddrún Danielsen, Østerbro IF (DEN)
Kára Jarnskor, ÍF/Víkingur
Rakul V. Magnussen, EB/Streymur – Skála
Sigrid Petersen, ÍF/Víkingur
Sigrun K. Kristiansen, EB/Streymur – Skála
Durita Hummeland, EB/Streymur – Skála
Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur
Lív F. Arge, HB
Fríðrún Danielsen, EB/Streymur – Skála
Anna Sofía Sevdal, EB/Streymur – Skála
Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN)
Margunn Lindholm, EB/Streymur – Skála
Eyðvør Klakstein, KÍ
Milja R. Simonsen, HB
Íðunn Magnussen, EB/Streymur – Skála
Heidi Sevdal, HB


Venjingardystirnir verða spældir í Reykjavík 20. og 22. februar.