Lutakastið til EM-undankappingina hjá flogbóltskvinnunum lagaði seg soleiðis, at tær skulu til Liechtenstein at spæla sínar dystir. Kvinnurnar eru komnar í bólk saman við Liechtenstein, Kypros og Skotlandi. Seinast var undankappingin í Føroyum, og tá rukku okkara akkurát ikki endaspælið, og so er spurningurin, um tað fer at hepnast betur hesa ferð. Endaspælið fyri smærru kvinnutjóðirnar verður spælt í Luxemburg komandi vár.